H.C. Andersen á føroyskum

Í sambandi við, at H.C. Andersen verður 200 ár komandi ár, fer Føroya Lærarafelag at geva út eina bók við søgum eftir hann.
? Talan er um eina stóra bók, við eini 25-30 ævintýrum, sum øll nýliga eru illustrerað. Hetta verður ein útgáva, sum vit gera í samstarv við stóra danska felagið Gyldendal, sigur leiðarin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen.
Bókin kemur út tíðliga í næsta ár.