Í sambandi við, norðurlendsku bókasavnsvikuna, skipar Klaksvíkar bókasavn fyri einum H.C.Andersen-degi mánadagin 8. november.
Hendan dagin verður upplestur av ævintýrum hjá H. C. Andersen klokkan 16.00 og klokkan 17.00.
Klokkan 19.00 verður hugnaløta fyri vaksin og foreldur/ børn. Tá verður ævintýrið "Mishátti dunnuungin" lisið fyri børnunum. Aftaná fara børnini at tekna okkurt av ævintýrunum hjá H.C. Andersen, sum tey kenna. Meðan børnini tekna og hugna sær verður ævintýrið "Tað ótrúligasta" lisið fyri teimum vaksnu og sagt verður frá um H.C.Andersen og lív hansara. Síðani verður kaffi, saft og køkur at fáa.
Á øllum teimum norðurlendsku bókasøvnum, sum taka lut í felags bókasavnsvikuni verður skipað fyri einum tílíkum upplestrarkvøldi sama kvøld.
Tað eru átta ár síðani at byrjað varð at hava eitt felags upplestrarkvøld í øllum Norðurlondum, og er hetta fimtu ferð, at Klaksvíkar bókasavn er við. Ymiskt er, hvat hevur verið lisið hesi árini. Í ár hevur norðurlendski fyriskipanarbólkurin valt at lesa ævintýr hjá H.C. Andersen við tað, at tað komandi ár eru 200 ár síðani, hann var føddur.