Eitt einmælt Løgting samtykti við triðju viðgerð í dag, at Landssjúkrahúsið skal hava nýggjan bygning til virksemið. Talan er um stórt frambrot fyri sjúkrahúsið, tá sonevndi H-bygningurin stendur liðugur í 2021, skrivar Heilsu og innlendismálaráðið á heimasíðuni.
-Eri sera takksom fyri at fíggjarnevndin eisini fekk tikið við, at venjingarhylurin verður umvældur, og at kjallarin eisini verður við. Við hesari útbygging fáa vit nýggjar medisinskar deildir, barnadeild og føðideild. Háisolatiónsstovur. Nýggjan køk og kantinu. Nýggja uppvenjingardeild. Og nýggjan psykiatriskan depil, sum nú loksins verður partur av samlaða sjúkrahúsinum. Bygningurin verður hitaður við grønari orku, og allar sjúkrastovur vera einastovur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking
Ein samd fíggjarnevnd broytti uppskotið til verklagslóg soleiðis, at peningur eisini varð játtaður til kjallara, so møguligt verður at fáa parkeringskjallara, goymslu og umklæðingarrúm í bygningin í seinni byggistigi.
Árini 2017-2021 verða 446,8 milliónir krónur brúktar til verkætlanina, stendur á heimasíðuni hjá Heilsu og innlendismálaráðnum.










