Hóast arbeiðsloysi innflytir Grønland arbeiðsmegi

Hóast umleið 2.500 fólk í Grønlandi eru arbeiðsleys, noyðast arbeiðsgevarar at innflyta arbeiðsmegi úr øðrum londum

Orsøkin er ikki, at arbeiðsgevararnir bara søkja eftir fólki við serligum førleika ella útbúgving, og sum ikki er til taks. Tvørturímóti er tað ein sannroynd, at teir fáa heldur ikki fólk til einfaldar arbeiðsuppgávur, sum ikki seta serlig førleikakrøv.

Lógin sigur, at grønlendsk arbeiðsmegi hevur fyrsta rætt til arbeiði í Grønlandi. Lógin sigur eisini, at ein arbeiðsgevari skal søkja kommununa um loyvi at seta útlending í arbeiði, og kommunan skal ikki geva loyvi, fyrr enn hon hevur staðfest, at grønlendsk arbeiðsmegi við tí neyðuga førleikanum ikki er tøk.

-Tá arbeiðsgevararnir spyrja kommununa, og tað ikki gevur nakað úrslit, hava teir ikki annað í at velja enn at fáa sær arbeiðsmegi uttaneftir, ásannar Poul Møller, sum starvast hjá grønlendska arbeiðsmarknaðarstýrinum.

Grønlendska kringvarpið sigur, at um hálvan november høvdu næstan 1.000 útlendingar fingið arbeiðsloyvi. Um somu tíð vóru umleið 2.500 grønlendingar skrásettir sum arbeiðsleysir ella átta prosent av arbeiðsmegini. Harafturat vísa tølini, at tað eru ikki bara útlendingar við hollum útbúgvingum, sum fáa arbeiðsloyvi, tí meiri enn 250 av útlendingunum arbeiða sum reingerðarfólk, kokkar ella køkshjálparfólk.

Poul Møller sigur við KNR, at tá arbeiðsgevarar skulu hava fólk til reingerð á eitt nú gistingarhúsum og matstovum, noyðast teir ofta at søkja um loyvi at fáa sær útlendska arbeiðsmegi.