Skipasøla
Vágar:Partafelagið Vesturvón hevur selt trolaran Hýasint til Kroatia. Fólk er komið eftir skipinum.
Hýasint er gamli Smaragd, sum partrolaði við Brillant, sum var av sama slagi. Skipini eru bygd í Eysturtýskalandi í sekstiárunum.
Smaragd varð lagdur, tá táverandi eigararnir keyptu annað skip og góvu tí sama navnið. Gamli Smaragd fekk tá navnið Hýasint.
Partafelagið Vesturvón keypti so skipið og flutti veðiloyvið til annað trolparið, felagið frammanundan hevði, og Hýasint varð síðan løgd.
Skipið hevur staðið á sølulista, og nú er tað selt til Kroatia, sigur Ólavur Petersen, reiðari á Vesturvón.
Hvat skipið skal brúkast til í Kroatia, veit han ikki, men metir kortini, at tað verður til fiskiskap. Fólk er komið til skipið, og onkur fer at koma afturat, so farið verður fyrsta dagin, sigur hann. Hann vil ikki siga, hvusu nógv Hýasint er seld fyri.