Spenningurin hevur verið stórur, tí fyritøkan hevur leingi arbeitt við einum internethandli við tingum til heimið.
Hóast H&M Home bara fæst á netinum, eru tey, sum vit hava prátað við, sera væl nøgd við vørurnar, sum eru av rættiliga høgari góðsku, hóast tær eru bíligar. Litirnir eru næstan klárari í veruleikanum enn á myndunum á netinum.
Hvítt við grafiskum mynstrum, tøl og sentimeturmál ganga aftur, og kendi teknarin Liselotte Watkins hevur myndprýtt litfagra partin av kollektiónini, sum skiftir fýra ferðir árliga. Tíverri sendir H&M ikki vørur til Føroyar, men so er bara at gera sum vit á Rákinum: Bílegg til onkran, sum býr uttanlands, og bið tey taka vørurnar heim við ella senda tær upp við postinum.