Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst lesa um Hans Jørgen Djurhuus, sum bleiv eyka uppsettur av háðan undan dystinum móti NSÍ. Hann sigur eisini sína meining um høga miðalaldurin á verandi FM vinnarunum.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Dysturin hesa vikuna er eisini grannauppgerðin við Løkin. Les millum annað hvussu Bárður J. Hansen upplivdi at sppæla móti barndómsfelagnum, og spælarametingar frá dystinum.
Les eisini um U21 landsliðið í hondbólti, sum fær hjálp av kendum donskum landsliðsspælara, ið millum annað hevur vunnið Champions League. Eisini er nýggjur kropsligur venjari settur. Talan er um kendan mann í føroyskum ítrótti.
Les eisini samrøðu við nýggja venjaran á U21 landsliðnum, danin Sonni Larsen. Hann ætlar sær ikki av landinum við øllum royndunum. – Eg ynski at flyta føroyskan landsliðshondbólt fram, sigur hann millum annað í samrøðu.
Les eisini um Tórð Thomsen, ið svímaði í B36 húsinum í gjár, eftir at hann bleiv skiftur út aftaná eitt korter. Innskifti Rói Mørk Hentze svarar fimm spurningum – millum annað hvør hansara fyrimynd sum málverji er.
Í blaðnum ber eisini til at lesa um, at tað eru hundrað dagar til oyggjaleikirnar, um ungan bortennisspælarar, sum vann FM í ikki færri enn fýra aldursbólkum og stuttsøgd.