Háða Islam

Amerikanskir hermenn í Afghanistan verða nú lagdir undir at háða ta islamsku trúnna, eftir at sjónvarpsmyndir hava avdúkað, at hermenninir hava brent líkini av tveimum Taliban-hermonnum.

Myndirnar hevur ein avstralskur myndamaður tikið. Hann var saman við hermonnunum, og teir greiddu honum frá, at líkini vórðu brend av reinførisorsøkum. Men seinni greiddu aðrir hermenn myndamanninum frá, at líkini vórðu brend við andlitinum vestureftir, og tað er ein háðan ímóti Islam.

Amerikanska herleiðslan hevur fordømt líkbrenningina og hevur lovað at kanna tilburðin. Eisini teir afghonsku myndugleikarnir fara at kanna málið, tí teir vilja hava greiði á, um hermenninir hava háðað Islam og teir afghonsku muslimarnar við vilja.