Háða dripna yvirgangsmannin í Nice

Fólk tveita rusk og spýta á staðið, har yvirgangsmaðurin í Nice varð dripin.

Staðið, har 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej Bouhlel varð dripin, er vorðið eitt slag av ruskplássið. Meðan fólk leggja blómur og kynda ljós til minnis um tey, ið lótu lív, so tveita tey frá sær rusk og spýta á staðið, har yvirgangsmaðurin doyði.

 

Onkur hevur við stórum bókstøvum skrivað LACHE við staðið, sum merkir ræðuskítur á fronskum. Við síðunar av standa hópin av tómum fløskum, posum frá McDonalds og øðrum ruskposum.

 

- Hatta fekk meg at føla meg betri. Betri hevði verið, um hann stóð framman fyri mær - so skuldi eg skotið høvdið av honum, sigur ein maður, sum spýtti á staðið, tá tíðindastovan Reuters fekk orð á hann.

 

Franska løgreglan sigur, at maðurin nýliga var byrjaður at vísa áhuga fyri jihadismu. Vinir og kenningar hava sagt, at hann á ongan hátt livdi sum ein rætttrúgvandi. Hann bæði roykti og drakk, var ongantíð í moskuni og var kendur fyri at royna eftir konufólki. Familjan hevur boðað frá, at hann í áravís hevur havt sálarligar trupulleikar.

 

84 fólk vóru dripin, av teimum vóru 10 børn, tá yvirgangsmaðurin koyrdi ein lastbil inn í fólkamongdina, sum hugdi at fýrverkinum á Promenade des Anglais í Nice. 303 fólk endaðu á sjúkrahúsi.