Nú mikukvøldið 20. januar klokkan 19.30 verður aftur ein forkunnug Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Hanus Kamban fer at halda fyrilestur um megnar skaldið, Hans Andreas Djurhuus (1883–1951).
- Onkrir sálmar hjá Hans Andreasi verða eisini sungnir, og aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, og tá hava fólk høvi at seta Hanusi Kamban spurningar og koma við viðmerkingum.
Tað sigur kirkjuráðið fyri Hoyvíkar kirkju.
Hanus Kamban fer eitt nú at tosa um teir tankar, ið Hans Andreas Djurhuus gjørdi sær um fyrra heimsbardaga, sum hann var ímóti og mótmælti. Í sínum skaldskapi samanbar skaldið hermenninar við Kristus á krossinum. Hetta er rættiliga ókent tilfar.
- H. A. Djurhuus var virkin og tók lut í síni samtíð, og eitt nú skrivaði hann í 1913 eina kritiska viðmerking til tær nýggju átrúnaðarligu rørslurnar, ið vóru komnar til Føroya. Hetta førdi til orðaskifti í bløðunum við eitt nú prestin, Moe.
Hans Andreas Djurhuus var annars hugtikin av katólskari mentan. Hann yrkti fleiri sálmar, og innihaldið í onkrum teirra minnir um skaldskapin hjá italska skaldinum, Dante.
Fyrilesturin mikukvøldið viðger eisini yrkingina “Hagin og kirkjan”, ið kann kallast eitt slag av panteismu - tað merkir, at Gud er í øllum.
- Yrkingin varð í sínari tíð fatað sum ein viðmerking til lívið í Sandavági, har Hans Andreas var lærari, men yrkingin varð tó yrkt, áðrenn hann kom til Sandavágs, verður lagt aftrat.