Vindeyguni eru so ótøtt, at neyðugt er at flyta mammur og børn alt eftir ættini.
Tað er ikki bara gleði og gaman at eiga eitt barn. Í hvussu er ikki, um veðrið ikki er til vildar.
Vindeyguni á føðideildini eru so ótøtt, at neyðugt er at flyta møður og børn, alt eftir ættini. Og tað tekur sjálvandi eitt sindur av gleðini, ið annars er so náttúrlig á deildini.
Tað harmar sjálvandi tær møður, sum liggja á føðideildini um vikuskiftið, men tað tekur kortini einki frá fittu og dugnaligu starvsfólkunum, ið arbeiða har.









