Hondbóltur
Tað varð sagt undan dystinum, at talan helst var um veruliga styrkisroynd fyri báðar partar, og skal gangast eftir hesum, so verður talan um sera hart oddastríð í ár.
Meistararnir úr Stjørnuni tryggjaðu sær í vár gullið júst í Høllini í Vági, tá tær settu VB til viks, og tí var einki at ivast í, at hetta fram um aðrar var júst dysturin, sum tær í Vági vildu vinna.
Mistu leiðsluna
Tað sá eisini leingi út til, at hetta skuldi eydnast VB. Størsta partin av fyrra umfarinum vóru tær omaná, og góðar fimm minuttir fyri leiklok vóru tær á odda við fimm málum.
Men so bragdaði av álvara hjá Stjørnuni. Sum um tær ikki høvdu gjørt annað, varð eitt álop fyri og annað eftir avsluttað upp á rekordtíð, við at antin Katarina ella Alina lupu upp og smekkaðu til, og tá farið varð til hálvleiks, stóð 12-12 uppi á máltalvuni.
Og fyrstu løtuna av seinna umfarinum helt Stjørnan fram í sama lag. Tær vunnu seg upp á 16-13, men so byrjaði VB at svara aftur. Tær fingu alt betri tamarhald á skjúttunum hjá Stjørnuni, og tá alternativini á plássinum eru færri, nú Annika Ljósstein helst er úti restina av árinum, høvdu gestirnir ikki so nógv fólk at flyta runt við, sum tær annars hava havt.
Munurin minkaði spakuliga, og høllin var á gosi, tá tað fýra minuttir fyri leiklok aftur stóð á jøvnum. Stjørnan hevði tó ikki heilt slept takinum. Alina Olaru legði tær enn einaferð á odda, áðrenn Joan Midjord Djordjevic síðani staðfesti, at tað loysti seg hjá felagnum at keypa seg heim til dystin. VB fekk minkað um munin einaferð afturat, men nærri enn tí eina málinum komu tær tó ikki, og fyribils mugu tær tí síggja Stjørnuna nakað framman fyri seg.
Sterka Stjørna
Og spurningurin er, um ikki Stjørnan longu nú fer at toga seg leyst av hinum liðunum. Í øllum førum tykist liðið hava eina styrki, sum hini ikki megna at standa ímóti.
Tað telur tó skeiva vegin, at skaðin, sum Annika Ljósstein fekk beint undan kappingarbyrjan er somikið álvarsligur, at hon helst ikki verður før fyri at spæla aftur í ár. Hartil fekk Beinta Joensen skaða í hondina í dystinum í Vági, og tað kann viðføra, at Stjørnan fyri eina tíð missir eitt vandamikið kontravápn, tó at Stjørnan á hesum plássinum er sera væl fyri.
Og endaliga, so skal heldur ikki roknast við, at Joan M. Djordjevic verður so nógv at síggja á liðnum í vetur. Hon er farin uttanlands í útbúgvingarørindum, men hesaferð varð hon keypt heim at styrkja um liðið. Tað fer tó ikki at vera galdandi fyri hvønn dyst, og so er spurningurin, hvussu Stjørnan fer at skipa spælið, tá vanligi skiparin ikki er til staðar.
Breiddin í lagi
Hjá VB mundi tað kennast heldur beiskt, at tær soleiðis skuldu missa eina annars trygga leiðslu, men tað er einki at ivast í, at eisini tær verða drúgvar í ár.
Útlendingarnir á liðnum eru tær somu, og tó at Gurið Mortensen uttan iva er svárur missur hjá liðnum, so telir tað rætta vegin, at Sólrun Krosslá, Christina Holm og Arnleyg Hjelm nú aftur hava tikið hondbóltin fram. Tað ger í øllum førum, at hópurin í ár er eitt fitt petti breiðari, enn hann var tað í fjør, og tað kann gera munin, tá tættir og orkukrevjandi dystir eru á skránni.
Fakta um dystin
VB-Stjørnan 22-23 (12-12)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 8, Daiva Toumaite 5(2), Rannvá Augustinussen 5, Margreth Augustinussen 2, Christina Holm 1, Arnleyg Hjelm 1
Stjørnan: Alina Olaru 6(3), Katarina Stepanov 6, Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 3, Beinta Joensen 3, Una Olsen 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 4
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen