Menninir hjá Neistainum og Kyndli høvdu sæð kvinnuliðini hjá somu feløgum spælt javnt, áðrenn teir fóru á vøllin, og júst sum hjá kvinnunum, so endaði mansdysturin eisini við javnleiki.
Fyri tað nógva var tað Kyndil, sum hevði skutin frammanfyri í dystinum í dag, men seinastu løtuna var tað Neistin, sum hótti við at taka alt. Neistin var á odda 29-27 og 30-29,og í evstu løtu høvdu teir eisini kjansin at taka alt, tá teir høvdu brotskast. Men tað eydnaðist ikki hjá Jugoslav Djumic at senda bóltin í meskarnar.
Jugoslv var annars besti málskjútti hjá Neistanum. Hann skeyt 10 mál, meðan David Edvardsen skoraði níggju mál fyri Kyndil.
Neistin-Kyndil 30-30 (15-18)










