Gyltur møguleiki at rógva seg til gullið

Nógv er hent í Miðvágs Kappróðrarfelagi felagnum síðani stevnan varð hildin í bygdini fyri trimum árum síðani.

Í 2007 varð góð venjingarútgerð keypt frá Fragd og Fimi og eru venjingarumstøðurnar nú av teimum bestu í landinum. Róðrarfólkið hevur ongantíð áður havt so góðar umstøður fyri at halda seg í form alt árið.

Rógvararnir nýta sjálvandi ikki útgerðina alla tíðina, og hevur felagið tí valt at bjóða bygdafólkinum møguleika at leiga seg inn í venjingarhølið hjá felagnum.

Tilgongdin av nýggjum rógvarum hevur verið stór, og hava hesi klárað seg væl í kappingini í ár. Helst eru góðu umstøðurnar í neystinum orsøk til góðu úrslitini og tilgongdina.

- Vit eru serliga fegin um okkara ídnu barnarógvarar, og vóna vit at síggja hesi í neystinum í vetur og á vágni næsta summar, verður sagt úr felagið.

Tað er langt síðani at Miðvágs róðrarfelag hevur havt nakra dreingjamanning, men gevur barnamanningin við dreingjum saman við barnamanningini við gentum ein bjarta vón um framtíðina hjá felagnum.

Størsta sensasjónin í ár er helst bragdið, ið Riddarin framdi á Eystanstevnu, tá teir vunnu á Sundabátin og Tvørabátin. Riddarin hevur ligið frá einum 4. til eitt 1. pláss í ár og vónar felagið, at manningin heldur fram komandi ár, og tá klárar at fáa FM-heitið í hús.

Eitt sindur óvæntað verður Miðvingurin at síggja á vánni á Vestanstevnu. Hetta eru ungir menn, sum fyri ein part hava vant í venjingarhølinum í vetur.

- Vit eru spent at síggja hvussu Miðvingurin fer at klára seg, og vóna at hetta er ein byrjan til eina nýggja áttamannafar manning í Miðvági.

Miðvágs Róðrarfelag hevur ikki vunnið gull heiðursmerki á Vestanstevnu í Miðvági síðani einaferð í 60’unum, tá Miðvingur vann. Í ár hava vit ein søguligan møguleika at vinna 3 gull heiðursmerki á somu stevnu.

Frúgvin við kvinnum, barnamanningin gentur og Riddarin menn hava øll klára seg væl í ár og vónar felagið at tey gera bart leygardagin.