Fótbóltur
Flytingarvindeygað hjá føroysku fótbóltsfeløgunum læt aftur á midnátt í gjárkvøldið. Væntast kundi, at nøkur spælaraskifti skuldu avgreiðast í seinastu løtu, men at aktiviteturin gjørdist somikið stórur, høvdu tey fægstu helst roknað við.
Álopskarusel hjá teimum stóru
Størsti handilin í so máta var helst, tá NSÍ og HB komu ásamt um, at Christian Høgni Jacobsen komandi hálva árið er partur av hópinum hjá NSÍ. Við hesum fær NSÍ spælaran aftur, sum tvær ferðir hevur skotið seg til gylta skógvin, men sum í HB als ikki megnaði at vísa máltevið, sum hann at kalla hvørt ár hevur sýnt í NSÍ.
Í veruleikanum var talan um eina karusell, sum fór ígongd, tá Andrew av Fløtum kom aftur til HB at spæla. Undan hesum ljóðaði , at B36 eisini hevði ligið framvið eftir undirskrift hansara, men tá tann royndin miseydnaðist, noyddist felagið at leita aðrar vegir. Samstundis ljóðaði, at runavíkingar vildu sleppa sær av við Anderson, sum hóast mál síni ikki hevur trivist so væl í Runavík, og tað gjørdi B36 sær dælt av.
Leigusáttmáli
Hóast trupulleikar, so hevði NSÍ neyvan slept toppskjúttanum, um ikki onnur loysn var í eygsjón. Tað er eingin loyna, at felagið hevur arbeitt hart við at finna nýggjan áleypara, og venjingin hjá felagnum var ikki meira enn byrjað mánakvøldið, áðrenn junglutrummurnar fóru ígongd. Hetta tí Christian Høgni Jacobsen var millum teirra, sum vóru at síggja á vøllinum.
- Vit fingu fyrst og fremst eitt gott tilboð frá NSÍ, og hesum hugdu vit at. Fíggjarliga er tað jú altíð ein spurningur, hvussu nógvar spælarar tú kanst hava í hópinum, og ítróttarliga skuldu vit eisini gera av, hvørt tað var ráðiligt at lata spælaran skifta í annað felag. Og í so máta ávirkaði tað sjálvandi avgerðina, at vit nú eisini hava Andrew í hópinum, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur.
- Eg skal á ongan hátt geva Christian Høgna skuldina fyri okkara úrslit í ár. Men tað er ein sannroynd, at hann – eins og restin av hópinum – ikki hevur livað upp til tað, sum vit høvdu vónað í ár. Og tí var talan kanska um skilagóða loysn, nú hann aftur fer at royna seg í NSÍ. Hinvegin er sáttmálin við spælaran eisini galdandi fyri 2008, so vit hava framvegis fult álit á, at hetta er ein spælari, sum kann styrkja um hópin, sigur HB-stjórin.
Og eisini í NSÍ eru tey fegin um, at tað hevur eydnast at fáa fyrrverandi toppskjúttan aftur í hópin.
- Vit vita, hvørjar dygdir Christian Høgni hevur sum áleypari, og ivast í onga løtu í, at talan er um ein veldugan styrk, nú vit fingið hann heimaftur, staðfestir NSÍ-formaðurin, Dánjal Petur Højgaard á heimasíðu felagsins.
Mynd: Christian Høgni
savnsmynd