Gylti skógvurin til HB

Toppskjúttin í føroysku landskappingini tey bæði seinnu árini, Christian Høgni Jacobsen, skal komandi árið spæla við HB

Fótbóltur

Í gjárkvøldið gjørdist tað so veruleiki, sum hevur ljóðað leingi. Toppskjúttin í føroyskum fótbólti tey bæði seinnu árini, Christian Høgni Jacobsen, skal komandi árið spæla við HB.
Hóast tað ikki hevur verið alment, so staðfesta álítandi keldur, at tað longu er nakað síðani, at avtalan millum partarnar varð gjørd. Christian Høgni hevði tó samstundis sambdn við okkurt danskt felag umframt Milton Keynes Dons í Onglandi, og fyrst skuldi greiða fáast á, hvørt hetta gav úrslit í einum uttanlandsævintýri.
Tað gjørdi tað ikki, og tí er Christian Høgni nú til reiðar at tørna út fyri meistararnar, sum longu nú tykjast hava ein ræðandi sterkan hóp undan komandi kappingarárinum.