Gylti ringurin endaður

Bárður Bendix Mikkelsen fekk í gjár sítt perfekta punktum sum elituspælari í flogbólti. Í Danmark var Marienlyst fyrsta felag hansara, og við sama felag vann hann í gjár sítt triðja gullmerki hetta kappingarárið

Flogbóltur

 

- Tað er rætt, at eg ivaðist, um eg yvir høvur skuldi spæla flogbólt á hægsta støði hetta kappingarárið. Eg veit, hvat krevst, um tú skalt vera við í hesum, men tá eg fekk møguleikan við Marienlyst, var valið rættiliga lætt.

- Hetta er gamla felagið hjá mær í Odense, og eg var við, tá liðið á sinni flutti upp í elitudeildina. Og við fólkinum, sum teir nú hava, visti eg, at her var ein møguleiki at fáa ein fantastiskan enda sum flogbóltsspælari.

Soleiðis sigur Bárður Bendix Mikkelsen, eftir at hann í gjár var partur av mansliðnum hjá Marienlyst, sum við 3-1 sigri á Aalborg HIK tryggjaði sær danska meistaraheitið í flogbólti.

Hetta var triðja gullmerkið hjá Marienlyst hetta kappingarárið, eftir at liðið undan hesum hevði vunnið norðurlendskt gull og donsku steypakappingina.

 

Góð samanseting

Sjálvur hevur Bárður tó ikki spælt so nógv í ár, sum hann hevur gjørt hini árini.

Beinleiðis kappingarneytin til plássið sum hevari verður mettur sum besti hevarin í donskum flogbólti. Men hóast hetta setti nýggj krøv til Bárð, so er hetta ein leiklutur, sum hann hevur trivist væl í.

- Mín leiklutur hevur verið at vera partur av royndasta partinum í hópinum. Har eru nógvir ungir spælarar, og okkara uppgáva hevur líka sum verið at halda gongd í teimum ungu gjøgnum alt kappingarárið.

- Tað hevur sjálvandi ikki alla tíðina verið líka lætt, tí mest av øllum vilt tú jú spæla á vøllinum. Men tað hevur kortini verið stuttligt og ikki minst læruríkt, sigur Bárður Bendix Mikkelsen.

 

Óvist við Oyggjaleikum

Sum trífaldur gullvinnari í donskum og norðurlendskum høpi kundi Bárður neyvan ynskt sær eitt flottari punktum, sum flogbóltsspælari. Enn er óvist, hvat framtíðin hevur at bjóða í so máta, men sjálvur roknar hann við, at talan verður um flogbólt á eitt sindur lægri støði, tí sum hann sigur, so er tað trupult bara púrasta at gevast við hesum.

Eitt gullmerki stendur tó eftir sum nakað, ið Bárður ikki hevur vunnið. Hóast heiðursmerkini á Oyggjaleikunum hava verið nógv, so er einki av hesum úr gulli, men enn dugir Bárður als ikki at siga, um hann verður partur av enn eini roynd at vinna gullið, tá Oyggjaliekir verða í Álandi í summar.

- Tað veit eg ikki. Eg veit sjálvandi, at fyrireikingarnar eru byrjaðar, men eg dugi slettis ikki at siga, um eg verði ein partur av hesum ella ikki, sigur Bárður Bendix Mikkelsen.