Michael Phelps svam seg í morgun í søgubøkurnar, tá hann gjørdist tann frælsítróttarmaðurin, sum hevur vunnið flest OL-gullheiðursmerki. Á síni yrkisleið hevur hann vunnið 11 av slagnum, og vinnur seg framum Mark Spitz og Carl Lewis á listanum, sum hava vunnið níggju. Eitt samdøgur eftir, at Phelps vann sítt níggjuna gullheiðursmerki, vann hann í morgun í 200 metrar firvaldssvimjong. Hann betraði somuleiðis um sítt egna heimsmet, sum nú er 01.52.03. Ein góðan tíma seinni vann hann í 4x200 frí, og tá vann amerikanska liðið eisini og nýtt heimsmet var sett. Tíðin var 06.58.56.









