71 minuttir vóru farnir av dystinum millum B36 og EB/Streym. Eftir tapið fyri AB seinasta sunnudag, var ein sigur at kalla lívsneyðugur hjá B36, men illa gekst tó at finna meskarnar hjá EB/Streymi.
Tað vil siga, inntil løtuna, sum nevnd er omanfyri. Alex José dos Santos sendir hornaspark innfyri úr høgru. Bólturin verður í fyrstu atløgu ruddaður burtur, men brasilski samba-bakkurin fekk tó ein nýggjan møguleika. Við Fróða Benjaminsen liggjandi í EB/Streyma málteiginum, vildi eitt nýtt innlegg helst borið rangstøðudóm við sær. Ístaðin dregur Santos móti brotsteigarmarkinum, áðrenn hann roynir seg við vandamikla vinstrabeininum. Og skotinum bilti einki. René Tórgarð í EB/Streyma-málinum royndi at vera fyri, men hann fekk einki gjørt við kanónkúluna, sum buldraði upp undir nettakið til almikla frøi millum hvítu fjeppararnar.
Óttaðust tapið
Men so er tað mesta um dystin í Gundadali so eisini sagt. Serliga fyri steðgin var ilt at síggja, at talan her var um tvey av bestu liðunum í føroyskum fótbólti. Óttin av tapa var hjá báðum munandi størri enn viljin at vinna, og tí gekk spælið mest út uppá at bíða eftir mistøkum frá mótstøðuni. B36 framdi tey flestu av hesum fyri steðgin, og fleiri ferðir var um reppið, at óprovokerað mistøk í uppspælinum vórðu revsað av gestunum, sum eisini skaptu onkrar vandastøður við deyðbóltar.
Næstur við var tó Mikkjal Thomassen, tá hann bankaði skot á stólparótina eftir mistak hjá EB/Streymi.
Seinna umfarið batnaði tó hjá vertunum. Teir fingu betri tak á spælinum, og tá teir eisini funnu útav at spæla inn um Egil á Bø og Marna Djurhuus, átti Sylla í fleiri førum at fingið hol á. Størsta kjansin av øllum fekk hann stutt eftir málið hjá Santos, men púrasta einsamallur lyfti hann úr 20 metrum bóltin upp um bæði málverja og mál.
Stórdystir bíða
EB/Streymur megnaði tó sjáldan at skapa tí heilt stóru øsingina aftur. Hóast upptrekk til einstøk kontraálop, so eydnaðist sjáldan at skapa teir heilt stóru møguleikarnar.
Enn eru teir tó við í oddinum, men skal sessurin har framvegis varðveitast, so er næsti dysturin týdningarmiklari enn nakrantíð. Tá gongur leiðin nevnliga til oddaliðið við Løkin í Runavík, og har eru ráðini ikki til enn eitt tap.
B36 hevur longu mikukvøldið sín næsta setning, tá teir spæla framskundaða dystin móti grannunum úr HB. Ein uppgáva, har hvørgin parturin hevur ráð at fara av vøllinum við minni enn trimum stigum.