Gylti drongurin og Gamla daman

Alessandro Del Piero veit um nakar, hvussu tú skalt skora í stóru dystunum. Tvey mál á Santiago Bernabeu sendu í gjár Juventus víðari í Champions League, meðan Real Madrid nú má stríðast við Zenit St Petersborg um næsta sessin

Fótbóltur

 

Onkursvegna hevur spælarin við kelandi sparkiteknikkinum ongan tíð veruliga spælt seg upp sum lyklaspælarin á italska fótbóltslandsliðnum, har hann tó hevur spælt 91 landsdystir. Og um nakað, so man hetta vera tað, sum skjótt ára gamli Alessandro del Piero iðrar seg um.

Men í Juventus finst neyvan tann spælarin, sum hevur hægri status. Yrksileiðin byrjaði annars í lítla Padova, har hann spældi dystir og skoraði eitt mál, men á sumri 1993 keypti Juventus tann tá 18 ára gamla Del Piero. Longu fyrsta dystin, sum var móti Foggia, skoraði hann fyrsta málið, og fyrstu ferðina hann byrjaði inni – móti Parma – skeyt hann hattrick. Og síðani hevur tað verið hjá Gomlu damuni, at hann hevur gjørt um seg. Higar til við 559 dystum og 247 málum.

 

Del Piero-zone

Fótbólturin hevur altíð ligið honum nær. Eldri beiggin, Stefano, spældi eitt skifti sum yrkisspælari í Sampdoria, men skaðar bóru við sær, at hann noyddist at gevast á ungum árum.

Men Stefano hevði neyvan komið lítlabeiggjanum til kníggja undir nøkrum umstøðum. Del Piero er í dag tann spælarin, sum hevur spælt flestar dystir fyri Juventus. Eitt met, sum legendariski Gaetano Scirea annars átti. Hann er somuleiðis spælarin, sum hevur skotið flest mál fyri Juventus, og á landsliðnum eru bert tríggir spælarar, ið hava skotið fleiri mál, meðan tað eru fimm spælarar, ið hava skotið fleiri mál í Champions League yvirhøvur.

Framúr bóltførleikin ger, at hann kann røkja flestu framrættaðu plássini á vøllinum. Yndisplássið er sum klassiski italski 10’arin – Trequartista, har hann bæði kann fóðra viðspælarum, eins og hann skorar nógv sjálvur. Og seinastu 15 árini hevur hann ment hugtakið »Del Piero-zone«, eftir at hann fleiri ferðir hevur skorað við bleytum skrúvubóltum av vinstra brotsteigarhorni.

 

Snýtti Casillas

Málini móti Real Madrid í gjár komu tó ikki úr Del Piero-Zone, men í báðum førum var talan um sparkiteknikk á hægsta støði.

Real Madrid vóru annars longu ávaraðir, eftir at Del Piero við skrúvandi langskoti skeyt einasta málið á Della Alpi. Helst tóku teir eisini ávaringina í álvara, men teir megnaðu ikki at gera nakað við hetta kortini. Fyri steðgin dróg Del Piero móti landsmanninum, Cannavaro, áðrenn hann við fløtum og skrúvandi vinstrabeinsskoti sendi bóltin í netið. Og eftir steðgin var talan um framúr fríspark við høgrabeininum, sum Casillas bert kundi hyggja at. Og so munaði tað lítið, at sami Casillas móti dystarenda hevði eina framúrskarandi bjarging, sum forðaði del Piero í at gera eitt reint og søguligt hattrick í spanska høvuðsstaðnum.

 

Aftur á toppinum

Og eingin ivi er um, at tað hevur alstóran týdning fyri sjálvsfatanina í Juventus, at liðið longu nú kann mátast millum tey bestu aftur.

Stóra dómaragølan í Italia sendi á sumri 2006 Gomlu damuna úr Seriu A, har felagið annars altíð hevur átt heima. Hóast byrjað varð við minus-stigum í Seriu B, vann Juventus deildina trygt. Millum annað tí Del Piero og fleiri av liðfeløgunum valdu at taka eitt ár í næst fremstu røð.

Í Seriu A var avrikið somikið gott, at felagið alt fyri eitt aftur gjørdist partur av Champions League, men stóri spurningurin var, um felagið longu nú var nóg stórt til veruliga at blanda seg í oddinum.

Enn er langt eftir á mál, men við at spæla seg millum tey 16 bestu á kontinentinum hevur Gamla daman longu markerað, at hon aftur býður upp til dans í Europa. Og enn sum áður er tað Alessandro del Pierom, sum førir an í hesum.