30 nøvn eru sett á listan hjá France Football, og skulu ítróttartíðindamenn úr øllum Europa greiða sína atkvøðu millum hesar 30.
Stóri favoritturin til heitið er uttan iva Cristiano Ronaldo, men sponsku europameistaranir gera eisini vart við seg á listanum. Spanska landsliðið telur nevnliga heili sjey nøvn á hesum.
Og so er annars vert at bíta merki í, at í ár hava enska Premier League og spanska La Primera verið tær stóru í Europa. Ikki færri enn 22 av teimum 30 nøvnunum á listanum, spæla dagliga í hesum deildunum.
Teir 30 á listanum hjá France Football eru:
Emmanuel Adebayor (Arsenal)
Sergio Agüero (Atletico Madrid)
Andrei Archavine (Zénith Saint-Pétersbourg)
Michael Ballack (Chelsea)
Karim Benzema (Lyon)
Gianluigi Buffon (Juventus)
Iker Casillas (Real Madrid)
Cristiano Ronaldo (Manchester United)
Didier Drogba (Chelsea)
Samuel Eto?o (FC Barcelona)
Cesc Fabregas (Arsenal)
Fernando Torres (Liverpool FC)
Steven Gerrard (Liverpool FC)
Zlatan Ibrahimovic (Inter Milan)
Kaka (Milan AC)
Frank Lampard (Chelsea)
Lionel Messi (FC Barcelona)
Pepe (Real Madrid)
Franck Ribéry (Bayern Munchen)
Wayne Rooney (Manchester United)
Marcos Senna (Villarreal)
Sergio Ramos (Real Madrid)
Luca Toni (Bayern Munchen)
Edwin Van der Sar (Manchester United)
Rafael Van der Vaart (Hambourg SV/Real Madrid)
Ruud Van Nistelrooy (Real Madrid)
Nemanja Vidic (Manchester United)
David Villa (Valencia CF )
Xavi (FC Barcelona)
Youri Zhirkov (CSKA Moskva)