Gyltar KÍ-kvinnur

Níggjunda meistaraheitið á rað kom til høldar, tá KÍ-kvinnurnar um vikuskiftið vunnu stórsigur í Vági

Fótbóltur

 

Talan var um góða føðingardagsgávu, sum KÍ-kvinnurnar høvdu við sær norður til Klaksvíkar sunnudagin.

KÍ fylti tá 104 ár, og eins og tær hava gjørt tað á hvørjum ári, síðani árstalið byrjaði við tvey-talinum, hava kvinnurnar hjá KÍ aftur í ár vissað sær FM-heitið.

Og so kann leggjast afturat, at talan í ár var um gull, ið kom mest sum leikandi lætt til høldar. Hóast nøkur av hinum liðunum hava havt nøkur góð avrik, so hava tey alt í alt verið alt ov óstøðug til veruliga at hótta KÍ, sum enn hevur fult stigatal, og sum altso tryggjaði sær gullið fýra umfør fyri kappingarlok.