PREMIER LEAGUE
Liverpool eru øgiligir fyri tíðina. 4-0 á Real Madrid, 4-1 á Manchester United og nú 5-0 á Aston Villa. 13-1 í trimum dystum eftir 11 døgum!
Og farna vikuskiftið lagaði seg einastandandi væl hjá teimum reyðu úr Liverpool. Chelsea og Manchester United snávaðu, og tað gagnnýtti Liverpool 100 prosent. Á stigatalvuni eru teir bara eitt stig aftan fyri Manchester United, sum má fegnast um, at komandi vikuskiftið fer til HM-undankappingardystir.
Gerrard stóra hetjan
Steven Gerrard gjørdist stóra hetjan hjá Liverpool við trimum málum, harav tveimum upp á brotsspark.
Dirk Kuyt byrjaði málveitsluna hjá Liverpool, tá Xavi Alonso stútaði á yvirleggjaran. Kuyt var sum ein køttur á bóltinum og drønaði hann í kassan til 1-0.
Tá vóru bara átta minuttir farnir av dystinum. Løtuna aftaná hevði Aston Villa sínar tveir størstu málmøguleikar, men Pepe Reina bjargaði væl.
Men tá var vitjanartíðin hjá Aston Villa farin, og tá 33 minuttir vóru farnir sendi Reina Albert Riera avstað við einum longum útsparki. Reira hálvfluktaði bóltin í netið við brotsteigarmarkið, umvegis yvirliggjaran og inn.
Seks minuttir seinni var dysturin mestsum avgjørdur, tá Aston Villa-verjuspælarin, Nigel Reo-Coker, feldi Riera. Gerrard setti bóltin trygt í netið.
Friedel sá reytt
Brad Friedel hevur mangan staðið seg væl sum málmaður hjá Liverpool, Blackburn og Aston Villa, men í seinna hálvleiki var hann rættiliga óheppin. Fyrst læt hann eitt ikki ov hart fríspark hjá Steven Gerrard fara í málið til 4-0, og stutt eftir gjørdi hann brotsspark ímóti Fernando Torres, og var sendur av vøllinum.
Brotssparkið gagnnýtti Steven Gerrard til at fáa eitt reint hattrick. – At skora eitt hat-trick hevur stóran týdning fyri meg, men stigini eru týdningarmiklari. Vit vunnu við størri tølum, enn eg hevði væntað, segði Steven Gerrard eftir dystin.
– Undan dystinum hevði eg verið nøgdur við ein 1-0 sigur. Men Villa hevur ikki verið í góðum formi síðstu tíðina, og tí var tað týdningarmikið ikki at geva teimum frið.
Gerrard hevur eisini vunnið ein stórsigur uttan fyri vøllin, nú løgreglan á Merseyside hevur valt ikki at ákært hann í einum harðskapsmáli, sum hevur fingið stóra umrøðu í ensku miðlunum. Gerrard kann nú seta fult fokus á Premier League- og Champions League-kappingarnar.
Oddaliðini fullu
Manchester United var á Craven Cottage í Fulham, har Paul Scholes duldi sera væl, at hann hevur 15 ára royndir í Premier League, tá hann tók bóltin við hondini á málstrikuni. Hetta kostaði honum reyða kortið og Fulham fekk brotsspark. Danny Murphy hevur tað sum fastan sið at skora ímóti Manchester United, og hann setti brotssparkið í netið til 1-0.
United hevði onkrar stórar møguleikar til javna, men inn fór bólturin ikki. Í seinna hálvleiki fekk Wayne Rooney eina margháttliga útvísing fyri at flyta bóltin.
Níggju ímóti 11 var einki at gera, og Zoltan Gera kundi tí staðfesti sigurin fyri Fulham stutt undan leikloki.
Chelsea var fyrsta liðið, sum skuldi gagnnýta, at United snávaði, men tað eydnaðist ikki. Dysturin millum Tottenham og Chelsea var annars útsettur ein hálvan tíma, orsakað av einari bumbuhóttan, men tíbetur var einki áfatt.
Tottenham vann ein kærkomnan sigur yvir lokalu arvafíggindunum í Norður-London, og hava Spurs nú arbeitt seg burtur úr botninum. Kroatiski spælarin, Modric, skoraði sigursmálið, tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Arsenal er av álvara komið í gongd eftir fleiri málleysar javnleikir á heimavølli. Hesa ferð vann Arsenal 3-1 í Newcastle, og nú Aston Villa er mestsum uppsteðgað, eru øll tekin í sól og mána um, at Arsenal eisini fer at spæla Champions League-fótbólt komandi kappingarár.
Premier League
vunnin tapt mál-
dystir v - j - t mál mál munur stig Man Utd 29 20 - 5 - 4 49 18 31 65
2 Liverpool 30 18 - 10 - 2 54 21 33 64 3 Chelsea 30 18 - 7 - 5 49 17 32 61
4 Arsenal 30 15 - 10 - 5 48 27 21 55
5 Aston Villa 30 15 - 7 - 8 43 36 7 52
6 Everton 30 13 - 9 - 8 40 31 9 48
7 Wigan 30 11 - 8 - 11 30 28 2 41
8 West Ham 30 11 - 8 - 11 35 35 0 41
9 Fulham 30 10 - 10 - 10 30 26 4 40
10 Man City 30 11 - 5 - 14 46 37 9 38
11 Tottenham 30 10 - 8 - 12 36 34 2 38
12 Bolton 30 10 - 4 - 16 32 44 -12 34
13 Hull 30 8 - 9 - 13 35 52 -17 33
14 Sunderland 30 8 - 8 - 14 29 39 -10 32
15 Portsmouth 29 8 - 8 - 13 32 46 -14 32
16 Stoke 30 8 - 8 - 14 29 47 -18 32
17 Blackburn 30 7 - 10 - 13 33 49 -16 31
18 Newcastle 30 6 - 11 - 13 36 49 -13 29
19 Middlesbr. 30 6 - 9 - 15 21 42 -21 27
20 WBA 30 6 - 6 - 18 26 55 -29 24