Fyri sløkum tveimum árum síðani segði løgtingsformaðurin, at okkurt mátti gerast rættiliga skjótt við løngar- og pensjónsviðurskiftini hjá tingfólki. Enn er einki uppskot komið
Í sambandi við, at Løgtingið fer at viðgera pensjónsnýskipanina hjá landsstýrinum hevur Sosialurin í temagreinum í Vikuskiftisblaðnum tikið upp pensjóns- og lønarviðurskifti hjá somu politikarum, sum fara at broyta fólkapensjónina og hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum.
Men tann nýskipanin rakar ikki løgtingsfólk, sum hava sína heilt egnu tænastumannapensjónsskipan.
Tað merkir, at løgtingsfólk kunnu fáa upp í slakar 23.000 krónur í pensjón frá løgtiginum frá tí, at tey eru 67 og í summum førum frá 60 ára aldri.
Hetta er ein sera stór útreiðsla, sum hvílir á landskassanum til komandi tíðir.
Í 2014 varð pensjónsskipanin hjá landsstýrisfólkum broyt soleiðis, at tey ikki longur fáa tænastumannapensjón, men 15 prosent í eftirlønarinngjaldi eins og so mong onnur fólk fáa.
Lesið meira um málið í Sosialinum, sum kemur í blaðsølurnar í kvøld.