Gylta orðið er marknaðarføring

LÝSINGARTILFAR


Kern er felag, ið bjóðar skrivstovu-, bókhald og marknaðarføring. Teir húsast, saman við Húsasøluni, mitt í býnum, í gomlu hølunum hjá bakarínum hjá Frants. Navnið á felagnum er týska heitið fyri "kjarna", og útalast beint fram og ikki sum á føroyskum "kjern". Sum eyðkenni brúkar Kern eisini eina avokado við síni sera markantu kjarnu. Teir meta, at tørvurin á júst teirra vøru er stórur á føroyska marknaðinum


Kern veitir skóta og góða tænastu, innan alt skrivstovuarbeiði og marknaðarføring. Tænastan verður sjálvandi løgd til rættis, júst til kundans tørv og endamál.


Heildarpakki til virkir

Dømi um heildarpakka til virkir og stovnar. Kern hevur gjørt heildarpakka fyri Bilimport. Búmerki, húsaskelti, visitkort, brævark, brævbjálva og sniðgjørt heimasíðu.


Eisini bjóða teir skrivstovu- og bókhald í pakkanum, har teir átaka sær alt pappírarbeiði eisini. Umframt Bilimport, hevur Kern gjørt nøkur megnar arbeiðir, og byggimessan, ið stendur fyri framman, hevur Kern staðið fyri sum fyrireikarar.


Skrivstovu- og bókhald

Kern vil fegið taka sær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði, so sum bókhaldi fakturering, tekstviðgerð, inkasso og ráðgeving í ymiskum spurningum.


Marknaðarføring

Skal virksemið hjá einari fyritøku mennast, er neyðugt við góðari marknaðarføring. Í hesum sambandi kann Kern átaka sær alla grafiska viðgerð. Teir bjóða eina samlaða uppsetan av visitkortum, brævørkum og bjálvum við búmerkjasniðgeving. Um tørvur skuldi verið á tí, gera teir eisini allar prentlutir, sum tildømis bløð, faldarar, bóklingar og annað. Somuleiðis eru teir førir fyri at átaka sær at skipa fyri ymiskum sølufremjandi tiltøkum, so at rætti og greiði boðskapurin kemur út á røttum stað og í rættari tíð.


Samstarv

Kern samstarvar við ymsar prentsmiðjur og fakfólk á mongum økjum, hetta til tess at fakliga dygdin altíð er í hásæti.

Umframt at tænastan er í hásæti, eru prísirnar sera sømuligir. Man skal gjalda fyri góðsku.


Miðið

Í Kern miða teir móti, at teir fáa høvi at sleppa at levera sínar tænastur, til eitt nú goymslustýring og einaferð úti í framtíðini miða teir eftir at seta eina sendistovu á stovn uttanlands.


Niels Petersen

niels@sosialurin.fo