Gylt lyftir

Nú tað nærkast til býráðsvali, verða nógv gylt lyftir lova borgaranum í Tórshavnar Komunu.

 

Sakaris Hansen

Valevni Javnaðarfloksins



Alt gott um tað, men tað er bara tað, at tey flestu valevni sum stilla upp til býráðsvali, hava av góðum grundum ikki tað innlit í býráðsarbeiði, sum tey ið sita í býráðnum, tí hava tey tann fyrimun at betur kunna marknaføra seg sjálvan við teirra vitan, enn vit sum ikki sita í býráðnum enn, men fyri tað eiga vit ikki at halda okkum aftur, sum eg havi skilt verður arbeitt við fígjarlógini fyri komandi ár, tað vil sigi ár 2001,

Og lat meg sláa tað fast, at Javnarflokkurin fer at føra ein ógvuliga varnan fýggjarpolitik, sum miðar í móti at fáa skuldina so gógv niður sum møguligt, hetta kemur øllum borgarum til góðar í seinna enda. So øll tey gyltu liftuni sum fleiri valevnir hava lova, og sum kosta nógvan pening, mugu ivalest leggast til viks í fystu atløgu. Tó so, T.K er noydd at gera onkrar íløgur tað sleppur hon ikki undan.

Her hugsi eg um útstykkingar til sethús, og til vinnuna.

Útbygging og viðlíkahald av skúlunum.

Barnagarðar o.s.fr., her eru ávísar íløgur sum ikki slepst undan, so tað ræður um at raðfesta rætt, hvussu man skal fara fram. Ein trupuleiki í øllum hesum er, at landstýrið leggur óvæntaðar útreiðslur á komununar av ymsum slag.

Barnansingin t.d. er bara eitt dømi, ávísar kommunur føra tann politik, at tey neyðars fólk, sum av einari ella aðrari orsøk eru fallin ímillum í samfelagnum, verða noydd at flyta til Havnar at fáa sín sosiala tørv nøktaðan, tí tærra kommuna ikki vil hava nakað við tey at gera. Hetta er so órættvíst sum hugsast kann, bæði fyri komununa og hesi neyðars fólk, hetta eigur at vera ein landsuppgáva, er eingin yvi um.

Í Nólsoy eru eini 10 børn fødd í ár, uttan at nøkur heilsusystur hevur verið og hugt at hesum børnum, hetta er hóast alt okkara eftirkomarar ella okkara framtíð. Men í T.K sær út til at vera í lagi, hettar er eitt prógv um hvussu vánaligt samskiftið ella samstarv í millun land og komunu er,

Vónandi fáa vit eitt gott val.

Setið kross við Javnaðarflokkin ell eitt av valevnunum!