Fleiri ferðir er víst á, at atkvøðugreiðslan bara er fyri eitt »lukkað selskap«. Vallutøkan er sera, sera lág, tí fólk tíma snøgt sagt ikki ta truplu leið at útvega sær atkvøðuseðil. Hinvegin hava nøkur fólk so góða atgongd til umsitingina hjá Tryggingini, at tey fáa tey at senda út atkvøðuseðlar til ávísar tryggingartakarar – og soleiðis hava summi fólk framíhjárætt at verða vald.
Ein órættvís skipan, má sigast.
Men fáar fyritøkur í Føroyum senda so nógv brøv út til síni viðskiftafólk, sum júst Tryggingarfelagið Føroyar, sum nú eisini eigur Eik Banka.
Tí er tað upplagt, at Ognarfelag Tryggingartakaranna – sum er aðalfundurin hjá Tryggingarfelagnum – sendir út atkøvðuseðlar til allar tryggingartakarar. Tá verður valið púra opið og erligt. Einki roks og fjas.










