Gylfi Sigurðsson skiftir felag

Íslendski miðvallarin ætlar sær ikki at halda fram í Swansea.

Gylfi Sigurðsson hevur verið ein av avgjørdu lyklaleikarunum í Swansea, og í løtuni er tað einki sum bendir á, at íslendski miðvallarin heldur fram í walisiska felagnum.


Heldur fer hann til eitt annað felag at spæla. Tað tykist alt meiri sannlíkt, nú hann ikki er farin við liðfeløgunum á venjingarlegu í USA. Swansea váttar fyri enskum miðlum, at hetta er tí at hann ivast í hvørjum felagi hansara framtíð liggur í.


Tað er serliga Everton, sum hevur sýnt áhuga í 27 ára gamla miðvallaranum og boðið 340 milliónir krónur fyri hann, men hesum boðnum hevur Swansea víst aftur. Eisini Leicester og fyrrverandi felag hansara, Tottenham, sigast vera áhugað.