Ógvusligur jarðskjálvti í Kina

Í minsta lagi 47 fólk doyðu í nátt, tá ein jarðskjálvti skakaði Gansu landspartin í Vesturkina. Um leið 300 fólk eru álvarsliga skadd..

Stutt eftir var aftur ein jarðskjálvti. Hundraðtals bygningar eru raplaðir, og meir enn 5.000 hús hava stórar skaðar eftir skjálvtarnar, sum vórðu máldir til 6,6 og 5,6 stig.

Sambært USGS, amerikanska jarðfrøðiliga eftirlitsstovninum, vóru jarðskjálvtarnir 170 km frá Lanzhou, høvuðsstaðnum í Gansu landspartinum.

New York Times skrivar, at eftir fyrstu jarðskjálvtarnar vóru fleiri skjálvtar aftrat. AP skrivar, at hvørki ravmagn ella telefonir virka í økinum.

Fyrr í ár var ein jarðskjálvti í grannalandspartinum Sichuan, sum kravdi 200 mannalív, skrivar dr.dk. Fyri fimm árum síðan doyðu nærum 90.000 fólk í stórum skjálvta í sama parti av landinum, skrivar VG.

Myndin: Íbúgvar í Dingxsi í Gansu landspartinum standa uttan fyri hús síni eftir jarðaskjálvtan (China Daily/Reuters)