Ógvusligur ófriður í Algeria

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Algeria teir seinastu dagarnar, og sambært myndugleikunum hava tveir menn latið lív í samanbrestum, og umleið 400 hava fingið skaða. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at ein maður doyði, tá vápnaðir menn lupu á eina løgreglustøð.

Innanríkisráðharrin sigur, at meiri enn 300 løgreglumenn og 100 mótmælisfólk hava fingið skaða í samanbrestum.

Fjølmiðlarnir skriva, at fólk eru í øðini um høgar matvøruprísir og veksandi arbeiðsloysi, og stjórnin hevur givið løgregluni boð um at fara hóvliga fram.