Okkurt bendir á, at trygdardeildirnar í Sýrialandi hava hert framferðina ímóti mótmælisfólki í býnum Hama, har harðir samanbrestir hava verið teir seinastu dagarnar. Í hvussu er skrivar tíðindastovan Reuters, at stríðsvognar hava tikið sær støð á Orontes Torginum, sum er í miðbýnum, og tað ljóðar, at ógvuslig skot eru at hoyra í býarpartinum al-Hader, sum fór illa undir uppreistrinum í 1982.
Samstundis hava myndugleikarnir kvett alt samskifti til og úr býnum.
Mótmælisfólk siga fyri bretsku tíðindastovuni, at stýrið í Damaskus ger sær dælt av, at altjóða fjølmiðlarnir hava vent eygunum ímóti rættarmálinum ímóti Hosni Mubarak, sum byrjaði í Kairo í morgun.