Herverk
Eftir at Sámal Bláhamar, ið hevur havt býbussar koyrandi síðan 1983, ikki bjóðaði upp á koyringina fyri Tórshavnar Kommunu aftur, hava bussarnir hjá honum staðið stillir síðan 1. februar. Hetta hevði við sær, at hann tók nummarpláturnar av báðum býbussunum. Talan er um bussar, ið nýliga eru høvuðsumvældir og lakkeraðir í Danmark. Eftir ætlan skuldu teir skrásetast aftur, tá summarkoyringin við ferðafólki byrjar aftur um stutta tíð. Týskvøldið varnaðust fólk at rútarnir á báðum býbussunum, sum stóðu á økinum niðan fyri Super Dekk, vóru knústir. Á tí eina bussinum var eingin rútur heilur. Eisini á fyrrverandi Spies bussinum, Toru, eru rútar knústir. Sámal Bláhamar sigur seg vera sera harman um tað sum er hent, og vónar hann, at politiið finnur út av hvør í hevur framt hesa illgerð. Tað er sera kostnaðarmikið at gera bussarnar aftur í sama stand sum teir vóru. Um nakar veit meira um hesa hending at siga, verða tey vinarliga biðin um at siga Politistøðini frá.