Leygarmorgunin vóru boð eftir politinum í Havn, tí tveir mans og ein kvinna høvdu bankað ein vaksnan mann so illa, at hann mátti á sjúkrahúsið Eitt óhugnaligt harðskapsmál var í Steinatúni tíðliga leygarmorgunin. Ein kvinna og tveir mans bankaðu ein mann so illa, at politiið varð boðsent og maðurin sendur á sjúkrahúsið. Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at málið verður upptikið sum eitt harðskapsmál, men enn er ivasamt, hvør framdi harðskapin. Maðurin varð koyrdur á skaðastovuna, tí hann bløddi í høvdinum.










