Í morgun hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Trongisvági, beint við krossin, har Traðarvegur og Trongisvágsvegur møtast, tað er beint við gamla elverkið í Trongisvági.
Løgreglan sigur, at ein bilur, sum kom koyrandi sunnaneftir, rendi í ein grótgarð. Løgreglan sigur, at bilurin fór rættiliga illa, og tá ið fólk kom á staðið, lá bilførarin, sum var ein 19 ára gomul kvinna, í óviti.
Av tí sama gekk ein løta, áðrenn tað eydnaðist at eyðmerkja hana, men tað er nú eyfnast, og tey avvarðandi eru kunnað um óhappið.
Bilførarin var einsamallur í bilinum.
Løgreglan sigur, at bilførarin hevði snuddir í høvdinum og á beinunum, og at hann varð fluttur á sjúkrahús, men annars vita tey ikki, hvussu umfatandi skaðin er.
Annars hevur verið avbera friðarligt kring landið, hóast nógv tiltøk hava verið, bæði Jóansøka, Sandoyarstevna og annað.
Ein maður hevur fingið bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí hann fór upp á ein politibil at dansa.