Ógvusligt ferðsluóhapp í Hvalvík

Um áttatíðina í gjárkvøldið var eitt sera ógvusligt ferðsluóhapp í Hvalvík. Ein bilur, sum kom koyrandi norð eftir fór út av vegnum og knústist sundur, men førarin slapp uttan sjónlig mein

Tað var oman fyri Skretting, at bilurin sum kom koyrandi norð eftir yvirhálaði ein annan. Vátaslettingur var, krapi var lægstur á vegin og førarin misti tamarhaldið á bilinum og fór sendandi niðan av vegnum. Bilurin fór út av við gronini fyrst. Men í sjálvari grøvini slongdist hann einaferð runt, rendi reyvina inn í eina hellu og slongdist upp á aftur vegin, har hann steðgaði við gronini frameftir.
Sum tað sæst á myndini, so er lítið gott eftir av bilinum. Reyvin fór í knús øll sum hon var orsaka av stoytinum inn í helluna, og gronin fór somuleiðis sera illa.
Sjálvt førarasetri brotnaði eisini undir óhappinum, men lukkutíð slapp førarin uttan sjónlig mein. Hann gekk sjálvur út í sjúkrabilin, sum flutti hann til Havnar til nærri kanningar.