17. fríggjadagin á rað vóru túsundtals fólk í gøtunum í Sýrialandi í gjár og kravdu politiskar broytingar, og at stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta fer frá. Mannarættindafelagsskapir siga, at myndugleikarnir svaraðu harðliga aftur, og at í minsta lagi 20 mótmælisfólk lógu eftirá eftir samanbrestir í fleiri av teimum stóru býunum í gjár.
Fólk í býnum Deir al-Zor siga fyri Reuters, at myndugleikarnir sendu fleiri stríðsvognar inn í býin longu tíðliga gjáramorgunin. Seinni komu eisini tyrlur hjá herinum til býin, men tað fekk kortini ikki mótmælisfólk at binda frið.
Mannarættindafelagsskapir siga, at fleiri hundrað stjórnarandstøðingar eru tiknir í høvuðsstaðnum Damaskus og aðrastaðni teir seinastu dagarnar, samstundis sum myndugleikarnir hava sent hermenn úr tjóðarhirðini inn í býirnar at forða fyri mótmælistiltøkum.










