Ógvusligir bardagar í Sýrialandi

Fólk í sýriska býnum Homs siga fyri fjølmiðlunum, at stríðsvognar hjá herinum hava sent fleiri granatir inn í eitt íbúðarøki nærhendis miðbýnum. Somu keldur siga, at fólk í býnum hava gjørt mótstøðu, og at nú eru vápnaðir samanbrestir millum herin og mótmælisfólk.

Samstundis frættist, at myndugleikarnir hava kvett elveitingina og telefonsambandið til býarpartin.

Tað er ikki bara í Homs, at herurin fer fram við hørðum. Í býnum Deraa doyðu minst trý mótmælisfólk í samanbrestum við hermenn í nátt.

Mannarættindafelagsskapir siga, at í minsta lagi 750 fólk hava latið lív, síðani mótmælini í Sýrialandi byrjaðu í mars mánað.