Í Spania hevur stjórnin samtykt at skarva 27 milliardir evrur av teimum almennu útreiðslunum. Tað skal gerast, fyri at landið kann lúka treytina frá ES um, at hallið á fíggjarlógini í ár skal ikki upp um 5,3 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni.
Tíðindatænastan Euobserver.com skrivar, at talan er um sera stór inntriv í einum samfelag, sum hevur metstórt arbeiðsloysi at dragast við, samstundis sum búskapurin er minkaður eitt prosent.
Men sambært varaforsætisráðharranum, Soraya Saenz de Santamaria, hevur stjórnin einki í at velja, tí samfelagið er komið út á eggina, og tí má vend koma í.