Um middagsleitið legði ein ógvuslig spreinging eina minni handilsmiðstøð í kenyanska høvuðsstaðnum Nairobi í oyði. Tíðindastovurnar skriva, at nógv fólk hava fingið skaða, men tað er ikki greitt, um spreingingin hevur kravt mannalív.
Løgreglan veit ikki, um talan var um eina gassspreinging ella eina bumbu.
Fleiri bumbuspreingingar hava verið í Kenya síðani oktober í fjør, og myndugleikarnir hava givið somaliskum uppreistrarmonnum skyldina. Sagt verður, at uppreistrarmenninir eru í øðini inn á Kenya, tí at landið hevur sent hermenn til Somalia at berjast ímóti uppreistrarmonnunum har.










