Ógvuslig spreinging í háhúsum

Í minsta lagi 25 fólk doyðu, og umleið 100 fingu skaða, tá ein ógvuslig spreinging skakaði høvuðsskrivstovuna hjá tí almenna meksikanska oljufelagnum Pemex í Mexico City í nátt.

Høvuðsskrivstovan hjá oljufelagnum er í einum háhúsum, sum eru í 54 hæddum, og húsini fingu stóran skaða av spreingingini. Sambært AFP vóru meiri enn 3.500 fólk inni, tá spreingingin var.

Meksikanski innanríkisráðharrin, Miguel Ángel Osorio Chong, sigur, at spreingingin hevur helst kravt fleiri mannalív, enn myndugleikarnir hava upplýst, tí enn hava bjargingarliðini ikki fult tamarhald á støðuni, sigur hann.

Í september í fjør doyðu 30 fólk í sambandi við eina spreinging á einum gassverki hjá Pemex har norðuri í landinum.