Ein lýsing í bretska sjónvarpinum Channel 4 verður hildin vera so ógvuslig og skakandi, at myndugleikarnir hava noktað sjónvarpinum at vísa hana fyrr enn aftan á klokkan ellivu á kvøldi.
Lýsingin er ætlað at ávara fólk ímóti at keypa heilivág frá fyritøkum á alnótini, sum ikki eru undir almennum eftirliti.
Við ógvusligum myndum fáa hyggjararnir at vita, hvørjar avleiðingar tað kann fáa, at fólk eta heilivág, sum millum annað inniheldur rottueitur.
Hildið verður, at 15 prosent av bretska fólkinum keypa ella hava keypt heilivág ígjøgnum alnótina, skrivar Reuters.