Ógvuslig hitabylgja herjar Avstralia

Ávarðað verður um eldsvandar í syðra og vestara parti av Avstralia.

Ein søgulig hitabylgja hevur um dagarnar rakt Avstralia, har tey í hesum døgum uppliva ein øgiligan hita, serliga í vestara parti av landinum.

 

Longu tíðliga í morgun máldu hitamátarar upp í 43,4 stig, men sum skilst á avstralskum miðlum verður tað upp aftur heitari teir næstu dagarnar.

 

Vanliga er januar mánaði heitasti mánaði í Avstralia, men alt bendir á, at endin av desember verður av tí allar heitasta, sum fólk hava upplivað.

 

Í Marble Bar varð í morgun roknað við, at hitin í dag kundi koma heilt upp í 49 stig, sum er sløk tvey stig minni enn hitametið í Avstralia, sum varð mált í 1960.

 

- Øgiligi hitin, sum er í pørtum av landinum í løtuni, rakar serliga Victoria, New Sout Wales og Queensland, vita avstralskir miðlar í dag at siga.