Tað er dýrt at fáa heilsumyndugleikarnar á vitjan.
Sambært kunngerð nr. 124 frá 2001 um gjøld fyri veterinerar kanningar og eftirlit er ásett gjald fyri góðkenning í samhandlinum millum ES og Føroyar. Tað snýr seg um váttan, kanning ella eftirlit við dýrum ella úrdráttir úr dýrum ? her undir koma laksavirkini.
Grundupphæddin fyri at gera eftirlit er 135 krónur. Harumframt vera 230 krónur tiknar fyri hvør ásett korter millum klokkan 6 og 17 gerandisdagar. Millum klokkan 17 og 22 skulu gjaldast 295 krónur fyri hvørt korter. Um náttina, leygardag eftir klokkan 14 og sunnu- og halgidagar skulu gjaldast 360 krónur fyri hvørt korterið.
Við øðrum er taksturin hesin fyri at fáa vitjan av heilsumyndugleikunum: Vanligan dag 920 krónur um tíman. Yvirtíð 1180 krónur um tíman. Náttartíð, sunnu- og halgidagar 1440 krónur um tíman
? Hetta eru ógvuslig gjøld, sigur Henrik Old, formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum, og hann hevur tí sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við vinnumálum, ein fyrispurning.
Henrik Old vil hava landsstýrismannin at svara sær, um hann heldur gjøldini vera rímilig. Løgtingið samtykti hósdagin 23. oktober, at fyrispurningurin skal svarast.









