Ógvusligt sandrok nærhendis týska býnum Rostock í dag elvdi til eina sera álvarssama ferðsluvanlukku á motorvegnum. Týskir fjølmiðlar skriva, at 10 fólk doyðu, og at millum 90 og 100 fingu skaða.
Sambært løgregluni vóru meiri enn 40 bilar við í vanlukkuni, teirra millum flæeiri lastbilar, og at eldur kom í 13 persónbilar og tríggjar lastbilar. Summir bilar vórðu slongdir einar 50 metrar burtur frá vegnum.
Tað hevur eisini verið nógvur vindur í Suðurnoregi og eystara parti av Danmark í dag. Í Keypmannahavn fór ein partur av tekjuni á einum stórum handilshúsum, og á flogvøllinum í Kastrup fóru vindmátarnir nakað upp um 30 metrar um sekundið í hvirlunum.