Fótbóltsprát
Jón Rói helt eftir dystin, at føroyingarnir enn einaferð høvdu góðar vónir undan dystin, og at vit enn einaferð gjørdust vónbrotnir.
- Tað er sama søgan umaftur. Í dag spæla vit upp við tær, og teir koma í veruleikanum ikki til nakrar serligar málmøguleikar, men fáa tvey mál upp á óneyðug mistøk, ið vit gera, segði Jón Rói eftir dystin.
Eins og fleiri av liðfeløgunum helt Jón Rói ógvuliga lítið um vøllin á Tórsvølli, sum hann segði verða út av lagi vánaligan, men tað kundu teir tó ikki brúka til nakað.
- Aftur í dag tapa vit, tí vit gera býtt mistøk, og so eisini tí at vit ikki eru nóg neyvir í hinum endanum. Tað er møðsamt, men sjálvsagt læra vit eisini av tí, og einaferð kemur vend í, helt ungi verjuleikarin.
Eins og Rógvi Jacobsen óttast Jón Rói ikki fyri at fara til Ísraels at spæla seinna dystin móti ísraelum, tí hann helt ikki, at teir vóru so nógv betur enn føroyska liðið.