Arbeiðsmarknaður
?Tað er ógvuliga harmiligt, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skuldi koma so klossut og provokerandi upp í lønarsamráðingarnar, sum hann gjørdi, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Tað er sera óheppið, at hann valdi so skeivar løtur at koma við sínum fráboðanum. Tað er einki minni enn fakfelagsfrælsið, sum stendur í vanda.
Formaðurin í Starvsmannafelgnum, Gunleivur Dalsgarð, er, milt sagt, ikki fegin um luttøkuna hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fígjarmálum, í samráðingargongdini á arbeiðsmarknaðinum higartil.
?»Timingin« hjá honum hevur verið ógvuliga óheppin, staðfestir Gunnleivur Dalsgarð. Fyrst kemur hann og sigur, at hann ikki góðkennir SEV sáttmálan, samstundis sum semingsmenninir eru innkallaðir. Í øðrum lagi kemur hann, samstundis sum semingsmenninri hava kallað inn av nýggjum, og sigur, at tað er als ikki grundarlag fyri nakrari lønarhækking yvirhøvur. Hann klossar í tí, so tað foslær, sigur starvsmannaformaðurin.
Starvamannafelagið skal til lønarsamráðingar við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í heyst, og tað væntar formaðurin ikki fara at verða lættar samráðingar, sum útmeldingarnar nú eru.
?Men landsstýrismaðurin skal vita, at vita ætla okkum at leggja okkara egna støði, tá vit fara at samráðast. Tað ber ikki til, at treytirnar eru settar av landsstýrismanninum frammanundan, staðfestir Gunnleivur Dalsgarð avgjørdur.
Hann vísir á, at feløgini fara tilsamráðingar í teirri trúgv, at talan er um opnar samráðingar, har allir partar eru reellir. Partarnir eiga at tóna reint flagg og leggja allar avtalur fram, sum galdandi eru á økinum.
Hann sipar her til sáttmálan, sum gjørdur varð millum Maskinmeistarafelagið og SEV.
Siðvenjan hevur veirð, at teir sáttmálar, sum gjørdir eru, eisini hava verið galdandi. Men nú kemur landsstýrismaðurin knappliga og sigur at hann góðkennir ikki sáttmálan, uttan tó at koma við nakrari formligari fráboðan, fyrr enn rykt verður eftir henni.
?Tað er einki løgið, at tað skapar rumbul, vísir Gunnleivur Dalsgarð á. Tí Maskinmeistarafelagið hevur verið til samráðingar í góðari trúgv uppá, at framferðin verður, sum hon plagar at vera. Gjørt varð ikki vart við annað undan samráðingunum.
Til tað, sum landsstýrismaðurin meldaði út í øðrum umfari,um, at eingin lønarhæking kann verða, tí ráð eru iki til tað, sigur Gunleivur Dalsgarð, at hatta var ein ófatiliga vánaligur boðskaður at koma við.
?Vit vita, hvat rørist í samfelagið okkara, og landsstýrismaðurin hevur ikki fyri neyðini at fotelja okkum soleiðis, hvør hevur fíggjarligu ábyrgdina av landinum. Tað vita vit eisini sera væl. Hatta var ein óneyðug, vánalig og provokerandi útmelding at koma við, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið skal eisini samráðast við SEV, vísir Gunnleivur Dalsgarð á. Og hann vil hava greiðar fráboðanir, áðrenn farið verður til samráðingarborðið. Tí Starvsmannafelagið er ikki áhugað í at samráðast til ein sáttmála, sum tey aftan á fáa at vita, verður kolldømdur, sigur hann. Vit góðtaka tað stutt og greitt ikki, sigur hann.










