Í 7-1-stórsigrinum hjá NSÍ ímóti ÍF í gjár var tað serliga ein støða, sum broytti dystin. Tað var tá ið hálvur tími varð leiktur, at NSÍ fekk tillutað brotsspark og Ari Ellingsgaard hjá ÍF fekk beinleiðis reytt kort. Sjálvur er Ari ikki heilt nøgdur við, at støðan bleiv avgreidd soleiðis.
- Brotssparkið, sum eg geri, haldi eg er ógvuliga bíligt, av tí at Árni (Frederiksberg, red.) dettur í so lætt. Men eg gevi dómaranum loyvi at døma hatta, av tí at eg haldi um hann. So hatta kann dømast, og reyða kortið er sikkurt rætt, tí dómarin metir, at eg havi tikið ein opnan málmøguleika frá teimum, sigur Ari Ellingsgaard.
Spurninginum svarar hann í “Fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini svarar spurningum um dystin í gjár og hví hann metir at ÍF er so svingandi í heila tikið.
Støðan við brotssparkinum sæst tá ið 6:40 er farið av sjónbandinum HER.