Fyrstu boðini av sjúkrahúsinum í Leeds vóru at Top Gear verturin Richard Hammond hevur fingið álvarsligan heilaskaða eftir ferðsluóhappið, tá hann í fjør í einum rasarabili við jet-motori koppaði við næstan 500 km/t. Hammond greiddi sjálvur frá um óhappið, og vísti fyrst tvær væleydnaðar koyringar í bilinum. Her koyrdi hann 505 km/t. Síðan vísti hann myndir av túrinum har eitt dekk punkteraði. Richard Hammond greiddi frá, at hann er komin seg væl eftir óhappið.









