Guy Penrod fer at hava konsert í august Kendi sangarin frá Gaither Vocal Band, Guy Penrod kemur til Føroya við orkestri og sangarum at hava konsert tann 15. august.
Konsertin verður í Kelduni í Skálafirði, sunnudagin tann 15. august klokkan 20.
Fløgan ?The very best of Guy Penrod? lá í 2005 sum nummar 92 á ?Billboard 200? sølulistanum í USA. Guy Penrod sang við Gaither Vocal Band, árini 1994-2008. 13. januar í ár kunngjørdi hann, at hann fór at royna seg sum solosangara.
Forsølan til konsertina í Kelduni er byrjað. Tey fyrstu 300 sum bíleggja fáa ein serprís. Bíleggjast kann á telefonnummar 560565.