Millum tónleikarnar hjá Guy Penrod er sonur country-legendina, Ricky Skaggs Tá Guy Penrod trínur á pallin í Kelduni í Skálabotni, mánakvøldið tann 16. august klokkan 20 verður tað ikki við playback-tónleiki, sum føroyskum áhoyrarum líka so illa.
Guy Penrod hevur tónleikarar við sær, nú hann fer á sína fyrstu konsertrøð í Europa, og millum tónleikarnar hjá honum er ein 21 ára gamal bassleikari, sum eitur Lucas Skaggs. Lucas Skaggs er sonur country-legendina, Ricky Skaggs, sum nógvir føroyingar kenna.
Eyðun Jacobsen segði á Rás2 ígjár, at reint vokalt er Guy Penrod ein hin fremsti og besti sangarin, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum.
Atgongumerki fáast hjá Fast og á www.gjamma.com.










